Bønarlisti Biðið fyri ...- Olofson í Mongolia
- Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
|
Arbeiðið í Føroyum |

|
|
Missiónshús
-
Emmausb.jpg)
Uppsalagøta 10
-
700 Klaksvík
-
Tiltøk:
Mánadag kl. 16.30: Juniorarbeiði (5.-7. flokkur)
Týsdag kl. 16.30: Barnaarbeiði (1.-4. flokkur)
-
Mikukvøld kl. 20.00: Møti
-
Fríggjakvøld kl. 20.00: Ungdómsmøti
Sunnudag kl. 14.00: Sunnudagsskúli
Sunnukvøld kl. 18.00: Møti
M.a. standa talarar frá Kirkjuliga Missiónsfelagnum fyri møtinum á Eiði 2. - 3. hvørja viku.
Á Húsum og í Mikladali er møti einaferð um mánaðin, hetta er eitt samstarv millum Kirkjuliga
Missiónsfelagið og Heimamissiónina.
-
Kirkjuligt Missiónsblað:
"Kirkjuligt Missiónsblað" kemur út 8 ferðir um árið, 16 síður hvørjaferð. Blaðið inniheldur uppbyggjandi og lærandi greinar, umframt tíðindi frá missión úti í heimi. Møguleiki er at síggja útvaldar greinar úr blaðnum í greinasavninum. Eitt árshald kostar 2000,- og kann teknast við at senda ein teldupost til kmf@kmf.fo.
-
Árskalendarin:
Hvørt ár geva vit út ein árskalendara við einum skriftstaði til hvønn dagin umframt vanligar kalendaraupplýsingar. Kalendarin verður seldur hús úr húsi í oktober-november.
-
Egil Joensen í Klaksvík leggur kalendaran til rættis.
- Summarstevnan:
Hvørt ár í juni-juli skipa vit fyri eini summarstevnu frá hóskvøldi til sunnukvøld. Á summarstevnuni eru møtir, bíbliutímar, ungdómsmøtir, missiónsmøtir og familjumøtir. Vanliga er ein útlendskur gestatalari við. Summarstevnan er annaðhvørt ár í Havn og annaðhvørt ár í Klaksvík.
-
Ársmøtini:
Eitt vikuskifti seint í september eru árligu ársmøti felagsins í Havn. Á skránni eru møti av ymsum slagi, vanliga við luttøku av útlendskum gestatalara.
-
Luthers Bókhandil:
Bókhandil við uppbyggjandi bókum húsast á Landavegnum 20 í Tórshavn, í kjallaranum í missiónshúsinum. Á hillunum eru bæði føroyskar og útlendskar bøkur. Av egnum útgávum fáast hesar enn til keyps.
-
Bókhandilin er vanliga opin mánadag-fríggjadag kl. 14-17. Tlf. 314562.
|
|