10. august 2010
Matt. 5,14: "Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum." Les meira
Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Anne-Lene & Peter Olofson, Tanzania
Vís allan listan »
 








Um Kirkjuliga Missiónsfelagið

Kirkjuliga Missiónsfelagið arbeiðir fyri missión – bæði í Føroyum og úti í heimi. Endamálið er at boða kristna gleðiboðskapin, so fólk trúgva á Jesus og koma inn í eitt livandi samfelag við hann.
At felagið er kirkjuligt merkir, at alt virksemið byggir á evangeliskt-lutherska lærugrundarlagið hjá Fólkakirkjuni. Vit eru ikki undir Fólkakirkjuni, men arbeiða innanfyri hana.
Felagið er ein leikmannafelagsskapur – stamman í arbeiðnum eru trúgvandi fólk, ið koma saman í missiónshúsum. Í Føroyum verður serliga arbeitt í og út frá missiónshúsum, umframt nøkur landstiltøk.
Arbeiðið úti í heimi er serliga fíggjarligur stuðul og forbøn fyri trúboðarum og missiónsátøkum í Afrika og Asia.

  • Grundarlag:

    Alt arbeiði felagsins byggir á Bíbliuna sum Guds heilaga og sanna og fult álítandi orð til okkum menniskju og á evangelisk-luthersku játtanarskriftirnar hjá fólkakirkjuni sum rætta og bindandi tulking av Bíbliuni. Vit leggja stóran dent á, at Bíblian er Guds egna orð og at hon er einasta kelda og avgerandi myndugleiki fyri øllum sonnum kristindómi. Vit leggja eisini stóran dent á kjarnuna í kristna gleðiboðskapinum: At óverdugir syndarar fáa lut í ævigum lívi - fyri Jesu Krists deyða og uppreisn skuld eina, av náði eina, við trúgv eina.

 

  • Stýri:

    Eitt 5 manna stýri stendur fyri arbeiði felagsins.
    Í stýrinum sita:

    Justinus Poulsen, formaður                               
    740 Hvannasund,
    tlf.  45 20 35 

     

    Kristian Thorleifsson, kassameistari                   
    Purkugerði 7,
    100 Tórshavn,
    tlf.  31 67 50 
    fartel:  22 55 11 
    kmf@post.olivant.fo

    Sigurd Sørensen, stýrislimur                              
    Geytagøta 11
    512 Norðragøta
    tlf.  21 43 63 
    elsi@kallnet.fo


    Jóhan Henriksen, stýrislimur                             
    undir Hálsi 14
    700 Klaksvík
    tlf.  45 77 95 
    Fartel.  279419 
    457795@post.olivant.fo
     
     

  • Gevaratænasta:

    Alt arbeiði felagsins verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
    Ynskja tygum at geva ein gávu til arbeiðið, kunnu tygum seta pening á eina av hesum kontum:
  •  

    • Eik Banki (9181) 495.337.3
    • Føroya Banki (6460) 495.053.6.
    • Suðuroyar Sparikassi (9870) 407.748.3.

Ynskja tygum burturav at stuðla arbeiðnum hjá Anne-Lene & Peter Olofson í Tanzania, kunnu tygum seta pening á eina av hesum trimum kontum:

    • Eik Banki (9181) 141.583.4
    • Føroya Banki (6460) 168.392.8
    • Norðoya Sparikassi (9865) 102.841.8

Heimagreiðslur: Eik Banki, Føroya Banki, Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7
FO-100 Tórshavn
Tel 31 67 50
Fartel 22 55 11

Email: kmf@kmf.fo