Eftir 3 mánaða skeið í swahili eru tey nú í starvi á universitetinum hjá Brøðrakirkjuni í Mbeya í útsynningspartinum av Tanzania. Peter undirvísir komandi prestum í eitt nú trúarlæru, meðan Anne-Lene stendur fyri prestakonuútbúgvingini. Meðan komandi prestarnir lesa í 3-3½ ár, áðrenn teir fara út í tænastu, kunnu konur teirra fáa 1 ára undirvísing. Møguleiki er at fylgja við tænastu teirra her á síðuni við at lesa brøv teirra.
Ynskja tygum at stuðla arbeiði teirra, er tað eisini møguligt við at trýsta her.
Skúlin hevur 2 ára undirvísingarskeið við 15-20 næmingum á hvørjum árgangi.
Eftir 2 ár á skúlabonki fara næmingarnir vanliga út í tænastu sum evangelistar, ofta til tey øki, tey sjálvi koma frá.
Í løtuni undirvísa 5 lærarar á skúlanum.
Útvarpssendingar til Kina: Kirkjuliga Missiónsfelagið samstarvar eisini við Norea Radio í Danmark. Norea Radio er við í einum altjóða samstarvi um kristnar útvarpssendingar til m.a. Kina. Sendingarnar eru á mandarin-kinverskum máli og verða sendar frá "Voice of Salvation" á Taiwan.
Kinverska stjórnin loyvir ikki evangeliserandi virksemi í landinum. Tí eru útvarpsendingar ein góður háttur at boða kinverjum gleðiboðini um Jesus Kristus og at geva teimum mongu kristnu frálæru.
Kirkjuliga Missiónsfelagið rindar fyri tvær sendingar til Kina um vikuna:
"Our Time" er ein familjusending, sum serliga vendir sær til foreldur frá 25 árum og uppeftir. Menninir arbeiða úti og hava ofta langan arbeiðsdag, tí eru tað mest kvinnur, ið lurta. Fyrra helvtin av tí hálva tímanum, sendingin varar, er bíbliugransking, meðan seinna helvtin viðger familjuevni sum t.d. heilsu, hjúnalag, foreldur og børn, sangir o.a. Málið er sostatt bæði andaligur og menniskjaligur vøkstur. "Popcorn" er ein barnasending, men mangir tannáringar lurta eisini. Sendingin varar 15 minuttir og inniheldur bíbliusøgu, frásagnir, hoyrispøl, sang og tónleik. Tørvurin á slíkum sendingum er stórur, tí øll børn verða upplærd í kommunistiskari ateismu og kristilig upplæring av børnum er forboðin.
|