Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Arbeiðið í Føroyum



Missiónshús

  • Missiónshúsið við Landavegin
    Landavegur 20
  • 100 Tórshavn
  •  
  • Tiltøk:
    2. og 4. hvørt mikukvøld kl. 20.00: Møti
  • Sunnukvøld kl. 18.00: Møti
 
 
 
 
 
 
  • Emmaus
    Uppsalagøta 10
  • 700 Klaksvík

  • Tiltøk:
    Mánadag kl. 16.30: Juniorarbeiði (5.-7. flokkur)
    Týsdag kl. 16.30: Barnaarbeiði (1.-4. flokkur)
  • Mikukvøld kl. 20.00: Møti
  • Fríggjakvøld kl. 20.00: Ungdómsmøti
    Sunnudag kl. 14.00: Sunnudagsskúli
    Sunnukvøld kl. 18.00: Møti
 
 
 
 
 
 
  • Umframt hesi missiónshús hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið samstarv við fleiri missiónshús kring landið.
M.a. standa talarar frá Kirkjuliga Missiónsfelagnum fyri møtinum á Eiði 2. - 3. hvørja viku.
Á Húsum og í Mikladali er møti einaferð um mánaðin, hetta er eitt samstarv millum Kirkjuliga
Missiónsfelagið og Heimamissiónina.
 
 

 

  • Kirkjuligt Missiónsblað:
    "Kirkjuligt Missiónsblað" kemur út 8 ferðir um árið, 16 síður hvørjaferð. Blaðið inniheldur uppbyggjandi og lærandi greinar, umframt tíðindi frá missión úti í heimi. Møguleiki er at síggja útvaldar greinar úr blaðnum í greinasavninum. Eitt árshald kostar 2000,- og kann teknast við at senda ein teldupost til kmf@kmf.fo.
  • Árskalendarin:
    Hvørt ár geva vit út ein árskalendara við einum skriftstaði til hvønn dagin umframt vanligar kalendaraupplýsingar. Kalendarin verður seldur hús úr húsi í oktober-november.
  • Egil Joensen í Klaksvík leggur kalendaran til rættis.
  • Summarstevnan:
    Hvørt ár í juni-juli skipa vit fyri eini summarstevnu frá hóskvøldi til sunnukvøld. Á summarstevnuni eru møtir, bíbliutímar, ungdómsmøtir, missiónsmøtir og familjumøtir. Vanliga er ein útlendskur gestatalari við. Summarstevnan er annaðhvørt ár í Havn og annaðhvørt ár í Klaksvík.
  • Ársmøtini:
    Eitt vikuskifti seint í september eru árligu ársmøti felagsins í Havn. Á skránni eru møti av ymsum slagi, vanliga við luttøku av útlendskum gestatalara.
  • Luthers Bókhandil:
    Bókhandil við uppbyggjandi bókum húsast á Landavegnum 20 í Tórshavn, í kjallaranum í missiónshúsinum. Á hillunum eru bæði føroyskar og útlendskar bøkur. Av egnum útgávum fáast hesar enn til keyps.
  • Bókhandilin er vanliga opin mánadag-fríggjadag kl. 14-17. Tlf. 314562.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo