Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Korn ˙r himli
14. juni 2018
Mia Hallesby
Korn úr himli

Á einum møti í Oslo greiddi hin enski skurðlæknin, Dr. Rendle Short professari frá einum undri, sum ein vinmaður hansara hevði upplivað. Vinmaðurin var trúboðari í Kina.
Í hansara sókn herjaði í 1914 ein ræðulig hungursneyð. Har var eingin matur, og tað vóru fleiri vikur, til kornið varð búgvið at heysta. Tað hjálpti einki, sjálvt um onkur gav teimum pengar. Einki var at keypa.
Tað einasta, tey trúgvandi kundu gera, var at fara til Guds í bøn og bíða eftir Harrans hjálp. Tey vóru savnað í lítlu kirkjuni og róptu til Gud hin almáttuga í neyð síni. Triðja kvøldið fóru tey út og stardu upp móti himli. Tá sóu tey eitt myrkt skýggj á luftini, og tað kom nærri og nærri. Tá ið tað var beint uppi yvir teimum, duttu nøkur smá svørt fræ niður, og tey vórðu liggjandi á jørðini. Tað gjørdist skjótt greitt, at fræini vóru eitt slag av korni. Tað kom so ríkiligt niður, so at øll høvdu nóg mikið av korni, til teirra egna var búgvið at heysta.
Short professari hevði fingið eina fulla fløsku av hesum korni, tá ið vinmaður hansara, trúboðarin, var heima og ferðaðist.
Men ikki nóg mikið við tí.
Fleiri ár seinni segði trúboðarin nøkrum trúgvandi vinum í Kalifornia frá hesi hending. Ein lækni var hjástaddur. Hann segði, at hann um ta tíðina, tá ið henda løgna hending fór fram, var í Kina mangar míl norðan fyri sóknina hjá trúboðaranum. Ein dagin herjaði ein ógvislig ódn, og ein full kornløða varð tikin av storminum og førd burtur. Træfjalirnar frá løðuni, sum vóru tungar, duttu niður á staðnum, har læknin búði, men kornið var av vindinum ført suður eftir. Hetta kornið var sostatt Guds svar upp á bønirnar hjá trúboðaranum og teimum trúgvandi vinunum.
Effie Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo