Mong týdningarmikil val eru í einum menniskjalívi. Men lívsins allarstørsta val hevur ein annar longu gjørt fyri teg!
Ja, tað er rætt, tí Jesus valdi okkum, áðrenn vit yvirhøvur vóru til: "... Gud útvaldi okkum í Kristi, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur..." (Ef 1,4)
Hugsa tær: Jesus hevur tikið støðu fyri tær. Áðrenn tú yvirhøvur var til, valdi hann at líða og geva sítt lív fyri teg – fyri tína skuld! Altso eitt val, ið tú onga ávirkan hevði á!
At tú síðani hevur valt hann, bæði eina ferð og fleiri ferðir, ja, dagliga. Tað kann bara skiljast í hesum ljósi.
Lat tað kasta ljós á títt kristnilív. Lat tað vera miðdepil í tínum lívi sum Guds barn: Ikki at tú hevur valt hann, men at hann hevur valt teg!