Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
18. mai 2009

Nærri mín Gud til tín.

“Leitið til Harran, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund, hann er nær.” (Jes, 55,6)

Í sunnudagsskúlanum fingu vit altíð at vita, at sambandi til Gud er fantastiskt. Esmar Jacobsen, sum hevði sunnudagsskúlan øll míni barnaár, samanbar hetta sambandi við telefonina, sum kundi vera svikalig. Telefonin kundi bæði vera upptikin ella ikki vera tikin, tí eingin var at taka telefonina í hinum endanum. Soleiðis er ikki við Gudi, vit kunnu altíð venda okkum til hansara og tað er ongantíð, at hann ikki kann lurta, tí hann er upptikin ella ikki er at hitta.

Sjálvt um nógv er broytt á samskiftisøkinum í dag, har vit bæði hava fingið fartelefon, internetsamband og breiðband, kann okkara ymiska samskifti til tíðir geva eitt svikaligt samband og hava við sær óneyðugar trupulleikar mótvegis umverðini. Álitið á samskiftistøknini er treytaleyst, hóast neyðugt er hjá øllum at góðtaka, at álitið av og á flýgur sín veg, tá mannaskaptar skipanir ikki megna meira. Tað finst eitt einasta einastandandi svar til eitt ósvikaligt samband, um vilji er til at velja eitt samskifti har samband frammanundan ynskist við teg. Gud er einastandandi og meiri enn tað. Hann kennir okkum og veit, hvat okkum tørvar, áðrenn vit venda okkum til hansara, “tí at faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast áðrenn tit biðja hann” (Matt. 6,8).

Ein spurning, sum Esmar Jacobsen mangan spurdi okkum børn í sunnudagsskúlanum var: “hvør skapningur etur við oyrunum?” og svarið er menniskjan. Okkum tørvar andaliga føði, sum vit eta við oyrunum. Fáa vit ikki hesa føði doyggja vit andaliga.

Tað er eingin loyna, at Gud elskar okkum, tað hoyra vit aftur og aftur í Skriftini. “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív”. (Joh, 3,16).

Fundamentið í kærleikanum er, at vera saman við tí, sum ein elskar, tí biður Gud okkum aftur og umaftur at koma til sín, soleiðis, at hann kann opinbera sín kærleika til okkara.

Fyri at Gud skal vinna okkara kærleika, mugu vit:

  • biðja Gud um at opna okkara hjørtu fyri honum
  • hoyra Guds orð tí tað styrkir og gevur lív.

Jesus kom inn, Jesus kom inn,
kom inn í mítt hjarta Jesus.
Kom inn í dag, koyr synd avstað,
kom inn í mítt hjarta Jesus.

Skrivað hevur Hildigunn Thomsen