Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum

Úti í heimi.

Útvarpssendingar til Kina

Kirkjuliga Missiónsfelagið samstarvar eisini við Norea Radio í Danmark. Norea Radio er við í einum altjóða samstarvi um kristnar útvarpssendingar til m.a. Kina. Sendingarnar eru á mandarin-kinverskum máli og verða sendar frá "Voice of Salvation" á Taiwan.

Kinverska stjórnin loyvir ikki evangeliserandi virksemi í landinum. Tí eru útvarpsendingar ein góður háttur at boða kinverjum gleðiboðini um Jesus Kristus og at geva teimum mongu kristnu frálæru.

Sendingar

Kirkjuliga Missiónsfelagið rindar fyri tvær sendingar til Kina um vikuna:

"Our Time" er ein familjusending, sum serliga vendir sær til foreldur frá 25 árum og uppeftir. Menninir arbeiða úti og hava ofta langan arbeiðsdag, tí eru tað mest kvinnur, ið lurta. Fyrra helvtin av tí hálva tímanum, sendingin varar, er bíbliugransking, meðan seinna helvtin viðger familjuevni sum t.d. heilsu, hjúnalag, foreldur og børn, sangir o.a. Málið er sostatt bæði andaligur og menniskjaligur vøkstur.

"Popcorn" er ein barnasending, men mangir tannáringar lurta eisini. Sendingin varar 15 minuttir og inniheldur bíbliusøgu, frásagnir, hoyrispøl, sang og tónleik. Tørvurin á slíkum sendingum er stórur, tí øll børn verða upplærd í kommunistiskari ateismu og kristilig upplæring av børnum er forboðin.
 
Umframt hetta stuðlar Kirkjuliga Missiónsfelagið nú eisini eina sending inn yvir Kirgisistan í Miðasia. Hetta verður gjørt við at rinda fyri eina útvarpssending, ið eitur "Our Christian Home”, Kirgisistan liggur í miðasia millum Kina, Kasakhstan, Tadsjikistan og Usbekistan. Landið var ein partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum, men er nú sjálvstøðugt lýveldi. Har búgva um 5,3 milliónir fólk. Stóri meirilutin – millum 78 % og 91 % - í Kirgisistan eru muslimar, meðan russiskt-ortodoksa kirkjan er størsta kristna kirkjan. Nógvir ættarbólkar búgva í Kirgisistan. Tann størsti er kirgisarnir (69,5 %), sum eru eitt turkiskt fólkaslag, meðan 9 % eru russar og 14,5 % eru usbekarar. Sum tað sæst á tølunum, so eru sera fá evangeliskt kristin í landinum – bert 0,6 % sambært Operation World. Tí er stórur tørvur á missión. Nógv muslimsk lond eru stongd fyri vanligari missión, men útvarpssendingar og eisini sjónvarpssendingar kunnu sendast tvørtur um landamørk – og er hetta tískil ein góður og vælegnaður máti at boða gleðiboðskapin í afturlatnum londum.

Familjan hevur nógv at siga í Kirgisistan. Tá ein kemur til trúgv á Jesus, verður viðkomandi roknaður sum svíkjari av familjuni, landinum og mentanini. Kvinnur, sum taka móti Jesusi, verða ofta misbrúktar av teirra monnum. Úrslitið er ofta, at tær av ótta fara frá teimum. Sendingin "The Christian Home” ynskir at boða evangeliið til Kirgisistan, soleiðis at sunnar familjur kunnu vaksa fram. Í sendingunum verður undirvíst í familjulivi, barnauppaling, hjúnarlagi og øðrum út frá Bíbliuni og ynski er eisini at menna samfelagið menniskju ímillum og samfelagið við Jesus.