Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
16. sep. 2009

Hin kærleiksfulli frelsarin.

“Hennara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði mikið; men tann, sum lítið er fyrigivið, elskar lítið.” Luk. 7,47.

Ein hitamátari er frálíkur at hava. Hann mátar kulda- og hitastigini og sigur okkum, hvussu veðrið er. Inni í hjarta okkara kann eisini vera kalt ella heitt - og tekstur okkara í dag er næstan sum ein hitamátari, sum vísir okkara “hjarta-hitalag”.
Vit lesa um Jesus, sum var gestur hjá Símuni - einum fariseara - og um syndafullu konuna, sum grátandi salvaði Jesu føtur. Tað hevur verið ein kenslurík stund hjá Jesusi, kanst tú ætla - men eisini hjá konuni.
Símun harafturímóti skilti einki. Jesus kann ikki vera nakar stórur profetur, hugsaði hann. Annars hevði hann vitað, hvat fyri ein vánalig kona hon er, sum nemur við hann. Men Jesus sá, hvat ið hann hugsaði, og segði: “Símun, eg havi nakað at siga tær!” Og so segði hann frá einum manni, sum hevði tveir skuldarar. Annar skyldaði honum 500 og hin 50 denarar, men av tí at eingin teirra átti nakað at gjalda við, strikaði hann alla skuld teirra.
“Hvør teirra man nú elska hann meira?” spurdi Jesus.
“Tann, sum hann gav meira eftir!” svaraði Símun. Jesus vendi sær móti konuni og segði við Símun: “Eg kom inn í hús tíni; tú gavst mær ikki vatn til føtur mínar, men hon vætti føtur mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum. Tú gavst mær ikki koss; men hon helt ikki uppat at kyssa føtur mínar. Tú salvaði ikki høvur mítt við olju; men hon salvaði føtur mínar við smyrslum.”
Á, sum hann misrøkti uppgávu sína! Símun hevði ikki víst gesti sínum tann blíðskap, sum var vanligur siður tá á døgum. Henda gerð vísti skilliga sum nakar hitamátari, hvussu kalt hjarta hansar var - og hvussu lítið hann elskaði Jesus. Men tárini og kossarnir og kærleiksgávan hjá syndafullu konuni vístu, at hon elskaði nógv - at hjarta hennara brendi fyri Jesusi! Hon var komin at takka honum!
Hon fekk eisini ta mest undurfullu heilsanina í hesum heimi: “Syndir tínar eru fyrigivnar! Trúgv tín hevur frelst teg; far tú í friði!”
Komið, latið okkum falla á knæ undir liðini á henni - og takka Jesusi!
Vilhelm Munch

E. Campbell týddi