Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
29. des. 2009

Í honum er lívið.

"Í fyrstuni var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hetta var í fyrstuni hjá Gudi... Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar". Jóh. 1,1-2. 4

Vit kunnu ikki skilja dýpdina í hesum orðum. Men eitt er púra greitt: Samsvar er ímillum Orðið og Guds son. Guds sonur er Orðið, og Orðið er Guds sonur.

Eins greitt er tað, at í hesum Orðinum er tað æviga lívið. Orðið er ein persónur. Í honum vórðu allir lutir skapaðir. Uttan hann er einki vorðið til av øllum tí, sum er til. Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara. Kol. 1,16.

Somuleiðis ger hetta greitt fyri okkum, at hesin persónur, Guds sonur, og hetta æviga lívið, koma til okkara í boðskapinum, sum hann sjálvur gevur okkum. Tann, ið tekur ímóti orðinum um Jesus, tekur ímóti honum sjálvum. Æviga lívið er ein gáva av himni. Ein boðskapur um Guds egna son, sum er vorðin menniskja. Tí sigur Jesus í vitnisburðinum um seg sjálvan: "Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív." Jóh. 6,63.

Hetta æviga lívið er ljós menniskjunnar. Hevur tú lívið, tá hevur tú ljósið. Jesus sjálvur er ljósið, eins og hann er lívið. Hevur tú tikið ímóti ljósinum, hevur tú eisini tikið ímóti lívinum.

Bert ígjøgnum hetta ognast okkum tað æviga lívið. Ikki við okkara stríði og strevi, ella royndum okkara at verða gudsóttandi. Holdið – tað gamla menniskjað – gagnar einki, sigur Jesus. Tað, sum kemur frá tí gamla menniskjanum, er og verður tað gamla menniskjað.

Men tað, sum kemur frá himlinum, Orðið, tað æviga lívið, endurføðir eitt menniskja og ger tað til ein nýggjan skapning!

Lat ikki hesa jólahátíð fara framvið, uttan at tú tekur ímóti hesum boðskapi frá himlinum.

Til tín, sum hevur tikið ímóti boðskapinum. Um tað gerst myrkt rundan um teg og tú kennir teg at vera við undirlutan. Fest tær í minnið tað, ið hesin boðskapur hevur at týða: Í honum er lívið, og lívið er ljós menniskjunnar. Hygg á Jesus og ikki at tær sjálvum!

Úr andaktsbókini "Ved kilden" eftir Øyvind Andersen. Lea Juul týddi.