Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
01. jun. 2010

Gud enn á trónuni er.

Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara; og sjálvur er hann fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við í honum. (Kol 1,16b-17)

Tað, sum her verður sagt, snýr seg um Jesus Kristus, sum er 2. persónur í trýeindini. Tað eru ikki smáting, ið her verða søgd um hann! Men tað, sum eg hugsaði at taka fram í hesi stuttu andakt, er seinasti parturin, har tað stendur, at allir lutir standa við í honum. Í donsku bíbliuni stendur: "Og alt består ved ham".
Tað eru tey, ið halda, at í fyrstuni skapaði Gud himmalin og jørðina, men síðani hevur hann latið jørðina ansa sær sjálvari. Soleiðis talar Guds orð ikki, tí vit lósu, at allir lutir standa við í honum. Vit eiga at leggja til merkis, at ørindið stendur í nútíð: "Allir lutir standa við í honum".
Hetta merkir, at Gud er hjástaddur her og nú! Um hann ikki var tað, hevði einki staðið við. Paulus sigur eisini í Áps 17,28a: "Tí at í honum liva vit og rørast vit og eru vit”.
Vit hugsa kanska, at heimurin er sterkur og støðigur og at Gud er óveruligur og trupul at koma í samband við. Veruleikin er tó tann øvugti. Tí um Gud ikki helt øllum uppi, so var heimurin ikki til!
Tí nýtist ongum at óttast fyri, at heimurin av tilvild fer til grundar. Tað hendir einki við Guds skaparverki uttan við hansara góðkenning!
”Gud enn á trónuni er,” syngur yrkjarin. Hetta skal ikki skiljast so, at ein dag er Gud ikki á trónuni meira. Nei, Gud verður altíð á trónuni, tí at Gud er ævigur!

Gud enn á trónuni er,
og hann minnist børn síni her.
Um freistingar herja,
vil hann meg tó verja,
og varða meg á míni ferð.
Gud enn á trónuni er,
og hann minnist børn síni her,
og hans orð stendur fast,
um enn alt annað brast.
Gud enn á trónuni er!

MS 763

Skrivað hevur Jákup Olsen