Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
10. aug. 2010

Vit eru ljós heimsins.

Matt. 5,14: "Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum."

Hetta er eitt millumting ímillum ein vitnisburð, eina andakt og eina áminning til mín og okkum, kanska serliga til okkum ungu.
Vit kenna øll til lyktasteyrar. Hesir lyktasteyrar hava til felags, at teir lýsa okkum vegin, ið vit skulu ganga ella koyra. Men kortini er munur á teimum, summir eru lágir, síðurnar eru væl huldar og tí lýsa teir bara beint niður. Aðrir eru høgir, fríir og lýsa langan veg.
Fyri at tú og eg kunnu fáa gleði av hesum lágu steyrunum, muga vit standa beint undur teimum ella nærhendis. Men við teimum stóru steyrunum er øðrvísi, teir lýsa langan veg og tí fáa øll, sum nærkast teimum, gleði av teimum.
Hvussu er við tær? Hvør av hesum “steyrum” ert tú? Muga fólk kenna teg heilt væl, um tey skulu vita, at tú ert trúgvandi, ella ert tú sum tann stóri og fríi steyrin, ið lýsir langan veg?
Henda spurning havi eg hugsað um í seinastuni. Eru mínir floksfelagar/arbeiðsfelagar greiðir yvir, at eg eri ein trúgvandi? Kann tað henda, tá eg um 2 ár eri liðugur við skúlan, at floksfelagar mínir spyrja meg: “Ert tú ein trúgvandi?”, “hví bjóðaði tú okkum ongantíð við á andakt?”
Í hesa støðu eru tað fá av okkum, sum ynskja seg í. Tí er tað sera umráðandi, at vit vísa, hvat vit standa fyri og hvat vit trúgva á, ikki minst nú skúlarnir júst eru byrjaðir aftur og vit koma í samband við nógv nýggj fólk, sum vit ikki kenna og sum møguliga hava somu sjónarmið sum vit.
Vit kenna øll sangin frá sunnudagsskúlanum:
“Gud vil, eg skal vera eitt sólskinsbarn,
og lýsa fyri hann hvønn dag
í heimi, í skúla, í hvørjum stað,
eg komi í ferðalag".

Skrivað hevur Niels Juel Arge