Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
06. des. 2010

Andakt.

Frelsarin er komin!

Frelsarin er komin!
Og eingilin segði við teir: "Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!" Luk. 2,10-11.

Jólaevangeliið er tann størsti boðskapur, sum er komin til menniskju. Jesu koma á fold er byrjanin til tað stóra frelsuverkið, sum hann seinni fullførdi á krossinum. Navnið Jesus merkir frelsa ella "Harrin frelsir".
Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg, til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin. Gal. 4,4-5
Eingin annar enn Jesus kundi frelsa okkum frá syndini og leyskeypa okkum frá lógini. Tí kom Gud til mannaættina gjøgnum Jesus. Hann tók revsingina fyri allar heimsins syndir og bar tær upp á krossin. Hevði Gud ikki gjørt tað, høvdu vit verið í djúpastu neyð, sum Guds orð sigur. Uttan Gud og uttan vón!
Á, hvat kunnu vit vera glað, at tað blivu jól á jørð og Jesus kom at frelsa okkum frá syndini. Henda stóra gleðin er fyri øll, frelsan er fyri øll. Sum tað hevði verið gott, um øll menniskju komu til krubbuna at taka ímóti hesi gávu, sum Gud gevur okkum, gávan sum er Jesus Kristus.
Jólaevangeliið sigur okkum frá, hvussu tað gekk hirðunum úti á markini. Teir hoyrdu jólaboðskapin og fóru til Betlehem, so sum teir høvdu hoyrt. Har sóu teir Jesus-barnið liggjandi í eini krubbu, sum einglarnir høvdu sagt.
Enn einaferð ljóðar jólaboðskapurin til okkara, hvat gera vit við hann? Lat okkum sum hirðarnar fara til Jesu krubbu og tilbiðja hann. Tá skulu vit veruliga uppliva jól í hjørtum okkara! Gud hjálpi okkum til tað.
Gleðilig jól!

Skrivað hevur Elspa Sørensen