Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
28. okt. 2011

Andakt.

Tí at Guds náði er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskjur, og hon uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi. Tit.2,11-12

Tí at Guds náði er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskjur, og hon uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi. Tit.2,11-12

Holdsins girnd stendur andanum ímóti. Tað er enn ein bardagi. Mong ery tey kristnu, sum leingjast eftir bjarging, tí verðin freistaði tey. Aftur og aftur mugu tey spyrja: Hvussu verði eg ein sannur og livandi kristin?
Guds orð hevur svarið.
Tað verður tú ikki við at taka nýggjar avgerðir. Tað verður tú heldur ikki við at gera nýggjar royndir og heilhjartaður geva teg yvir. Tað eydnast heldur ikki við gudsótta av ymiskum slagi.
Nei, einasti vegurin, sum førir fram, er náðarinnar vegur. Guds kærleiki megnar tað, eingin annar megnar.
Tað, Gud hevur gjørt fyri teg, fær teg at liva eitt lív, sum tú ongantíð hevði kunnað livað í egnari megi.
Tað er nakað óhugnaliga strangt yvir einum lógar-kristnum. Ber til at vinna sigrar, verður hjartað alt meiri sjálvsøki og hugmóðigt. Øvundsjúka, sjálvsøkni og ongin kærleiki trívast undir yvirflatuni.
Tað er nakað heilt annað við einum náðar-kristnum. Náðin lærir hann at siga nei til tað, sum gongur Gudi ímóti. Tað ger hann ikki stóran í egnum tonkum. Hann veit jú, at uttan Gud var hann einkERi. Hann lovprísar Guds náði. Náðin fyllir hjartað. Tað er eisini náðin, sum fær hann at uppføra seg øðrvísi. Tað er einki, hann kann rósa sær av. Ávøksturin er ikki hansara, men Guds.
Undrast tú á, at tú ongantíð verður troyttur at hoyra um Jesus? Gerningar hansara eru lívsins breyð fyri teg. Við Jesusi í tínum stað, er keldan til alt gott i tínum lívi.
Tí: Verð verandi í Guds náði. Gleð teg um náðina. Lat náðina fylla og hita títt hjarta.

Sólva Syderbø týddi úr andaktsbókini hjá Hans Erik Nissen : Et er nødvendigt