Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
01. mai 2017

Hvar er okkara heim?.

Í Onglandi hava teir gjørt kanningar við skrápum...

Í Onglandi hava teir gjørt kanningar við skrápum. Einaferð fangaðu teir ein skráp og fluttu hann 400 km burtur frá holuni, har hann reiðraðist. Bert 10 tímar seinni var hann aftur í holuni. Eina aðru ferð fluttu teir ein skráp 5000 km tvørtur um Atlantshavið úr holuni í Onglandi til New York. 2½ samdøgur seinni var skrápurin aftur í holuni hjá sær. Hetta vísir okkum, hvussu væl skrápar duga at navigera og finna heim aftur til holuna. Líka mikið hvussu langt skrápurin er komin av leið, so finnur hann heim aftur.

Vit menniskju hava eitt heim hjá Gudi - í Faðirsins húsi (Jóh. 14,2). Vit eru ikki bert skapað til eitt lív her á jørð, men til eitt ævigt lív í Himli. Okkara sanna heim er hjá Faðirnum og eg vildi ynskt, at okkara heimlongsul var sum hjá skrápunum - óansæð hvussu langt skrápurin kom av leið, so fann hann aftur til holu sína.

Jesus sigur við okkum í Matt. 11,28: Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.

Vit kunnu so lætt villast burtur frá Gudi. Tað eru so nógv ting, sum vilja taka okkara tíð og orku. Materialisma, succes, æra - so nógv vil skúgva Gud til viks. Ì norðanlondum hava vit tey seinasta 50 árini sæð, at vit eru blivin ríkari og ríkari. Men samstundis hava vit uppliva eitt stórt andaligt fráfall - trúgvin á Jesus spælir alsamt minni leiklut í norðanlondum. Tað er sum Hosea profetur sigur: "Tey gingu á beiti og ótu seg mett; men av mettu teirra gjørdist hjarta hástórt; tessvegna gloymdu tey meg" (Hos. 13,6). Hetta var søga Ísraels og hetta er søga okkara. Andaligt fráfall hóttir okkum øll.

Men óansæð hvussu langt av leið tú ert komin í tínum lívið, so ljóðar Jesu orð til tín: Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Jesus kallar okkum at koma til sín. Hann veit, hvørjar byrðir tú hevur at bera. Og hann vil geva tær hvílu.

Ja, ta størstu byrðuna hevur hann longu tikið frá tær. Syndabyrðan - alt skeivt tú hevur gjørt og tú fert at gera, tað hevur Jesus longu goldið fyri, tá hann gav sítt lív á krossinum. Og meir enn tað, hann reis upp úr deyðum, fór til himmals og fer skjótt at koma aftur at taka øll tey heim til sín, sum trúgva á hann - øll tey sum koma til hansara við teirra byrðum.

Skrivað hevur Silas Olofson