Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
18. sep. 2017

Troyst úr himli.

Troyst úr himli
Ein maður talaði í Meinigheitshúsinum. Upp í talu sína knýtti hann eina frásøgn um sorg og vón til teirra, har deyðin hevur vitjað:
Ein kona í Onglandi átti ein son. Tá ið drongurin var 4 ár, doyði hann av krabba. Mamman syrgdi ómetaligt, alt tyktist so tómt, einsligt og høpisleyst. So gingu trý ár, og 1. apríl setti hon seg í bilin og koyrdi út á kirkjugarðin. Henda dagin hevði sonur hennara fylt 7 ár, um hann hevði verið á lívi. Hon græt og rópti hart í bilinum: ”Vís mammu eitt tekin!”
Komin út á kirkjugarðin, setti hon seg á kantin á grøvini. Tá hendi nakað. Ein smáfuglur, ein bringureyði tey kalla, setti seg á gravarsteinin. So fleyg hann yvir og setti seg á fremstafingur á mammuni. Har sat hann eina góða løtu og hugdi beint inn í eyguni á mammuni. Síðani setti hann seg á øksl hennara og pikkaði spakuliga tvær ferðir niður á øksl hennara, og so fleyg hann avstað aftur.
Mamman fór á føtur og var uggað, nú hon koyrdi til hús aftur.
Effie Campbell.