Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
23. okt. 2017

Andakt.

Nógv hava ivaleyst roynt tað

Nógv hava ivaleyst roynt tað. At ganga ein túr í haganum og so koma fram á eitt tjaldur við ull um beinið. Tjaldrið er okkara tjóðfuglur, men tíverri doyggja nógv tjøldur, tí tey fáa ull um beinini. Hava tit roynt at fanga eitt tjaldur, sum hevur ull um beinið? Tjøldrini vilja ikki fangast, tí tey ræðast menniskju. Tey vita ikki, at teirra einasta vón er, at menniskju sleppa at fanga tey og taka ullina av beinum teirra.

Á sama hátt vita nógv menniskju ikki, at Jesus er okkara eina vón um frelsu. Vit hava øll ull um beinið – synd í nívir okkum. Men Jesus ynskir at bjarga okkum úr syndini og geva okkum eina æviga framtíð í Himli saman við honum – har eingin synd, eingin sorg og eingi tár eru eftir at gráta.
Tí mugu vit ikki flýggja undan Jesusi, men koma til hansara. Dávid kongur biður í Sálmi 139: ”Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” Vit mugu biðja Jesus kanna, um vit sum tjaldrið hava ull um beinini – um vit hava óuppgjørda synd, so hann kann bjarga okkum undan syndini.
Henda bøn er ikki ein lætt bøn, tí um Gud sleppur, ja, so avdúkar hann síður í okkara lívi, sum mugu broytast. Men biðja vit ikki hesa bøn, so er skjótt, at tað álvarsama við syndini hvørvur og vit binda frið við hana, og tá ganga vit á glatunarvegi - eins og tjaldrið við ullini um beinið gerst veikari og veikari og at enda doyr.
Men tað fantastiska er, at Jesus longu hevur vunnið á synd og deyða. Jesus vann, tá hann reis úr grøvini. Tí kann hann gera okkum fríðar. ”Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.” Jóh. 8,36! Líka sum tjaldrið kunnu vit vera frí - og syngja til Guds æru og siga honum takk.

Nógv tjøldur doyggja, tí tey ikki vita, at menniskju kunnu bjarga teimum. Á sama hátt eru tað nógv menniskju, sum ikki vita, at Jesus kann reinsa okkum frá synd. Tey hava ikki hoyrt, at hann doyði á krossinum fyri alt, sum vit hava gjørt skeivt. Má Gud eisini geva okkum frímóð at vitna, at Jesus er vegur, sannleikin og lívið.

Skrivað hevur Silas Olofson