Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
25. feb. 2013

Róm 5,20.

Men lógin kom aftrat, fyri at misgerðin kundi taka til; men har sum syndin tók til, har varð náðin enn meira ovurhonds ríklig,

Ein menniskja vil aldri av sær sjálvari royna og mótaka Guðs náði, fyrr enn eingin annar vegur er at finna. Guð elskar menniskjuni, upp á sama máta sum eisini Jósef veruliga elskaði brøður sínar, tá ið teir komu til Egyptaland; hann avgjørdi beinan vegin, at hann vildi vera náðigur móti teimum – men hann talaði tó strangliga til teirra, fongslaði teir og gjørdi teir óróligar; alt fyri at gera teirra hørðu hjørtu bleyt.

Upp á sama máta handlar Guð við okkum. Hann talar ikki strangliga til okkara, av tí at hann vil oyðileggja ella straffa okkum, men sum tað stendur í Róm 3,19 “alt tað, sum lógin sigur, tað talar hon til teirra, sum eru undir lógini, til tess at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Guði,”
Lógin skal altso gera so at syndin og misgerðin skal taka til, ella økjast, so at vit mugu síggja, at vit eru sek yvir fyri Guði.

Paulus greiðir frá hvussu lógin ikki bara er sum eitt spegl, sum vísir ella avslørar okkara synd; nei, lógin framkallar og forstyrkir syndina, so at vit blíva enn meiri syndug: “Men tá ið syndin tók tilevni av boðorðinum, elvdi hon alskyns girnd fram í mær; tí at uttan lóg er syndin deyð. Eg livdi einaferð uttan lóg; men tá ið boðorðið kom, livnaði syndin við”
Róm 7,8 -9

Tann syndarin, sum fyrr var róligur og nøgdur við seg sjálvan, uppdagar tí, tá ið hann møtir lógini, hvussu syndin í honum livnar upp og blívur syndug út um øll mørk. Tað er lógin, sum virkar hettar. Lógin kom til – ikki fyri at vinna yvir syndini, men fyri at gera syndina størri. Tá ið tú ynskir at vera góður og heilagur, blívur tú kaldur og óndur; tá ið tú ynskir at vera mildur, blívur tú óður og bittur; tá ið tú vilt elska Guð, blívur tú líka glaður ella beint fram hatskur; tá ið tú vilt angra, ert tú kaldur og harður sum ein steinur. Lógin ger altso menniskjur syndug – ikki góð! Nemmiliga soleiðis virkar lógin, tá ið hon væl at merkja sleppur at gera sín gerning.

Spurningurin er so, hvussu tú handlar, tá ið tú upp á ongan máta følir teg verdugan til Guðs náði? Um ikki lógin hevur rakt teg djúpt nokk, vilt tú enn einaferð royna at troysta teg sjálvan við tínum religiøsiteti, gudiligheit, bøn og angri. Men um tú so gevur alt, sum tú eigur til tey fátaku, tænir øðrum við øllum tínum lívi, kempar innarliga og erligt móti syndini, ger kraftargerningar í Jesu navni – ja, so mást tú vita, at hann tó vil døma teg, um tú byggir tína trúgv á hettar. Tí at uppgáva Heilaga Andans er ikki at fáa teg til at blíva eitt betri menniskja, men at sannføra teg um ta synd, at tú ikki trýrt á Jesus. Fyrst tá ert tú klárur til at taka ímóti tínari rættvísi frá honum.

Hesa rættvísi hevur tú ikki soleiðis, at tú sært hana hjá tær sjálvum. Nei, hendan rættvísin er Jesus. Og hevur tú í trúnni fingið eyga á Jesus, soleiðis at tú lítur á at hann er deyður í staðin fyri teg, so skalt tú ikki doyggja tann dagin, sum tú fert her frá. Nei, tú skalt liva. Tí, sum Jesus sigur við Martu í Jóh.11,25-27: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?«