Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
20. mai 2017

Kúhegri og missión.

Í 1941 vilstist ein flokkur av kúhegrum úr Afrika til Suðuramerika – helst orsaka av ódnarveðri.

Í 1941 vilstist ein flokkur av kúhegrum úr Afrika til Suðuramerika – helst orsaka av ódnarveðri. Teir tóku at nørast í Suðuramerika, og stovnurin vaks so smátt. Nú eigur kúhegri bæði í Norður- og Suðuramerika, og teir trívast væl. Í okt. 2008 var ein kúhegri at síggja á Viðareiði. Hann helt til hjá seyðinum, tí hann ikki fann nakra kúgv – tær ganga allar inni. Hesin kúhegrin kann vera komin úr Norðuramerika, tí hann kom higar stutt eftir nógvan vind av vestri. So kanska er tað orsaka av einum vilstum flokki av kúhegrum í 1941, at hesin endaði í Føroyum?

Um eg var kúhegri og bleiv tikin av vindinum úr Afrika til Amerika, so hevði eg hildið, at tað var í so nógv av tí góða. Men hetta gjørdist ein møguleiki hjá stovninum at festa búgv í einum nýggjum heimsparti og sostatt tryggja, at stovnurin yvirlivir og mennist. Á sama hátt mugu vit síggja missión - tað at boða Guds orð. Uppgávurnar kunnu síggja ógjørligar út. Gud kann kalla okkum til at fara út við gleðiboðskapinum til støð og lond, sum vit ongantíð sjálv høvdu funnið uppá at farið til. Men Jesus hevur kallað okkum at fara til heimsins enda við evangeliinum. Líka sum kúhegrin hevur spjatt seg víða um, so eiga vit at spjaða Guds orð – orðið um, at Jesus hevur tikið okkara synd á seg – út um allan heimin. Tí hetta er heimsins besti boðskapur. Og hann er fyri alt fólkið, sum eingilin segði við hyrðarnar á markini við Betlehem.

Hvat tit hoyrt tað! Andrew Jackson Whittaker, Junior vann 314.9 millionir dollarar í lotto í West Virginina! Ella hava tit kanska slet ikki hoyrt um tað? Flestu góðu tíðindir vit hoyra, eru ikki fyri øll. Fyri meg ger tað ikki nakran mun, um Andrew Jackson Whittaker vann hasar 314,9 milliónirnar. Eg fái ikki gleði av tí. Tí eru tað ikki góð tíðindir fyri meg. Á hendan hátt eru flestu góðu tíðindir bert til fá fólk. Ja, eg giti, at tað kann vera nóg ringt, at finna nakað, sum vit hyggjarar øll halda vera góð og týdningarmikil tíðindir.
Eingilin sigur við hirðarnar, at hann kunngerð eini gleðiboð, sum eru fyri alt fólkið. Evangeliið er góð tíðindir fyri øll fólk til eina og hvørja tíð. Tað er sostatt eisini góð tíðindir til júst tín. Hesi tíðindini eru, at okkum er ein frelsari føddur - hann hevur tikið okkara synd á seg, so vit tá vit trúgva á hann kunnu koma frelst heim í Himmalin, tá lívið her á fold er at enda.

Hendan boðskap mugu vit bera víðari til okkara familju, vinir, landsmenn, ja til øll fólkasløg. Og hóast uppgávan kann tykjast ógjørlig, so lovar Jesus sjálvur at vera hjá okkum :

»Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda. Matt. 28,18.20