Búmerkið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum
29. jul. 2017

Hin lýsandi krossurin.

Asbjørn Kvalbein helt á Visjon Norge eina andakt um krossin, har hann segði nakað so:

Hin lýsandi krossurin

Asbjørn Kvalbein helt á Visjon Norge eina andakt um krossin, har hann segði nakað so:
Ein maður, sum æt David, var fyristøðumaður í einum kristnum leguhúsi í Arkansas í USA. Oman fyri leguhúsið var ein heyggjur, og ovast á honum stóð ein lýsandi krossur. Hesin krossur var búmerki hjá leguhúsinum.
Eitt vetrarkvøld bankaði ein maður á dyrnar í leguhúsinum og bað David koyra seg niðan til krossin. David var einki serligt fyri hesum, tí vegurin var brattur og hálur, men hin bleiv við at streingja á og segði, at tað hevði so stóran týdning fyri seg at koma niðan til krossin.
David gav tí eftir, og meðan teir koyrdu niðan, segði maðurin søgu sína. Hann hevði upplivað ymiskt, sum gjørdi, at hann var niðri í kolkjallaranum. Hann setti seg ein dagin í flogfar sítt og fleyg sær ein túr, og hann hugsaði nógv, um hann skuldi flúgva inn í ein fjallavegg og gera tað liðugt. Brádliga kom eitt tjúkt kavaæl og køvdi alt av. Hann gjørdist fjálturstungin og setti seg í samband við flogtornið í Little Rock. Teir spurdu hann, hvat ið hann sá niðri undir sær, tí so kundu teir siga honum, hvar ið hann var staddur. Men hann sá als einki, og tí var ógjørligt hjá teimum at rokna út, var hann var.
Brádliga sá hann ein lýsandi kross framman fyri sær. Tað fekk hann sagt teimum, og teir vistu beinanvegin, at hann var við leguhúsið og kundu geva honum positiónina. ”Tað var hasin krossurin, sum bjargaði lívi mínum,” segði maðurin, ”tí er tað, at eg vil sleppa niðan til krossin, hann hevur so nógv at siga fyri meg, hann eigur lívi í mær!”
Mong eru tey menniskju, sum kunnu siga tað sama sum hesin maður. Á krossinum doyði Jesus Kristus fyri øll menniskju. Har rindaði hann fyri allar heimsins syndir, so at hann kundi rætta okkum eitt kvittað skuldabræv. (Kol. 2,11-15) Tað er ikki løgið, at krossurin hevur nógv at siga fyri okkum, og tað heilaga blóð, ið har fleyt. ”Blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.” (1. Jóh. 1,7) ”Jesus gekk við egna blóði sínum eina ferð med alla inn í halgidómin og vann æviga loysn.” (Hebr. 9,12) Men hetta er bert galdandi fyri tey, sum taka ímóti tí og takka honum fyri tað.
Effie Campbell.